Radarin

Radarin: MVG-broytingar elva til svart arbeiði
27-11-2013
Radarin viðger broytingar í MVG-lógini. Meiri peningur kemur í landskassan, men svart arbeiði er eisini ein veruleiki.

Herferðin hjá TAKS móti fyritøkum, sum skylda MVG, hevur fingið meiri pening í landskassan, men vantandi møguleikar at draga meirvirðisgjald frá í viðlíkahaldsarbeiði elvir til meiri svart arbeiði. Stjórin í Taks, stjórin í Vinnuhúsinum og handverksmeistari kjakast.

Landsstýrisfólk, kommunustýrislimir og embætisfólk hava eina víðgongda skyldu at skriva upp frá fundum og telefonsamrøðum. Bæði fyri borgaran og teirra egnu skyld, sigur Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur.

Heitt kjak hevur í seinastuni verið um stavraðið. Hví øsa vit okkum so nógv upp um málið? Jonhard Mikkelsen, námslektari í føroyskum á námsvísindadeildini, Eyðun Andreassen, professari í skaldskapi av mannamunni, og Randi Meitil, studentaskúlalærari í føroyskum og sponskum, kjakast um málið.

Og so hava vit eisini metingar frá Boga Eliasen, samfelagsfrøðingi, um nýggjastu veljarakanningina.

 

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.

Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 

Prát við politisku ungmannafeløg um politiskt virksemi.
01-05-2019
Í meðal fáa 130 føroyingar heilaskaða um árið. Vil illa til, verður øll tilveran vend á høvdið og familjur syndrast
03-04-2019
Tað er trupult hjá ES at missa Bretland, tí landið hevur stóran búskaparligan týdning fyri ES, sigur Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel
28-03-2019
Radarin hesuferð er um føroysku fólkatingumboðanina
20-03-2019
Bygdaleiðir skulu verða grønari, og býarbussarnir í Tórhavnar kommunu skulu koyra við reinari orku
06-03-2019
Í nógvum bygdum standa húsini tóm meginpartin av árinum. Skulu treytir setast, tá hús verða keypt?
13-02-2019
FNU, Ringrás, Reyði Krossur og trý politisk ungmannafeløg krevja, at Løgtingið tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara
06-02-2019
Skipanin er greiðari um øll ábyrgd fyri almennum byggiverkætlanum liggur hjá einum ráði, heldur stjórin á Løgmannskrivstovuni
30-01-2019
Politikarar og Tryggingareftirlitið fara at halda eyga við úrslitunum hjá føroysku pensjónsfeløgunum næstu tíðina.
23-01-2019