Herd krøv til føroysku bankarnar

19.02.2014 - 15:41
InnlendisPengar
Herd krøv til føroysku bankarnar
Føroysku SIFI-bankarnir skulu ikki á somu vágskál sum teir donsku, tá gerast skal av, hvussu skaðiligir teir kunnu verða fyri samfelagsbúskapin

Føroysku peningastovnarnir eru sera stórir, sammett við bruttotjóðarúrtøkuna í landinum - lutfalsliga nógv størri enn teir einstøku donsku, tí teir eru so mangir í tali, meðan vit hava so fáar bankar.

Tí sigur danska Vinnu- og Vakstrarmálaráðið, at mørkini fyri, nær ein føroyskur peningastovnur verður eyðkmerktur sum systemiskur, skulu vera tvífalt so høg, sammett við SIFI-mørkini í Danmark.

Í Danmark er ein banki ein systemiskur SIFI-banki, um javnin hjá bankanum er størri enn 6,5 prosent av donsku bruttotjóðarúrtøkuni. Til samanberingar er javnin hjá Bank Nordik 126 prosent av føroysku bruttotjóðarúrtøkuni, Eik banki 52 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni og Norðoyar Sparikassi 14 prosent av føroyska BTÚ.

Í Danmark er ein banki eisini ein systemiskur SIFI-banki, um útlánini eru størri enn 5 prosent av samlaðu útlánunum hjá bankageiranum í Danmark. Útlánini hjá Bank Nordik eru til samanberingar 47 prosent av samlaðu útlánunum í føroyska bankageiranum, Eik banki telur 37 prosent og Norðoya Sparikassi 12 prosent av samlaðu útlánunum í bankavinnuni.

Triðja vektin, sum ger av, um ein banki er ein systemiskur SIFI-banki, eru innlánini í tí einstaka bankanum, sammett við samlaðu innlánini í bankageiranum.

Í Danmark er ein banki ein systemiskur banki, um innláini eru størri enn 5 prosent av samlaðu innlánunum í donsku bankunum. Til samanberingar eru innlánini hjá Bank Nordik heili 40 prosent av samlaðu innlánunum í føroyska bankageiranum, Eik banki hevur 42 prosent, meðan Norðoya Sparikassi hevur sløk 13 prosent av innlánunum.

Í notati skrivar danska Vinnu- og Vakstrarmálaráðið, at hetta talar fyri at brúka hægri mørk í Føroyum enn í Danmark, tá bankar skulu eyðmerkjast sum systemiskir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254