- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri

Hesaferð vitjar Tórður Mikkelsen í longstu bygd í landinum, Kollafirði, sum er kend fyri sínar mongu skemtisøgur. Her búgva umleið 950 fólk tilsamans.
Kári Djurhuus, sum í Kollafirði verður róptur Bosch-maðurin, hevur framvegis úr at gera, hóast hann er komin væl upp í sjeytiárini. Hann heldur, at tey smáu virkini hava stóran týdning fyri samfelagið, og at stórar fyritøkur verða gjørdar fyri at kradda alt inn undir seg. Karstin Joensen timburmeistari støkkur inn á gólvið hjá Kára.
Tað var tilvild, at ungu hjúnini úr Havn, Maja og Høgni Warberg, keyptu eini hús á Kjalnesi frá 1937 og búsettust í Kollafirði, og tey trívast væl millum kollfirðingar. Tey undrast á, hví hús í Kollafirði eru so nógv bíligari enn í Havn.
Í skúlanum hava tvey ættarlið matgerð. Tað eru burturav møður og døtur, sum gera mat, og vit hitta Rebekku og mammuna Oddny Olsen. Í køkinum er eisini Emly Djurhuus, sum er limur í Kollfjarðanevndini. Hon greiðir frá, at ymiskt er á skránni. M.a. verður bøurin um stutta tíð vetrarfriðaður og kommunal útstykking verður aftur í Kollafirði.
Hjúnini Hanna Elina og Rólvur Djurhuus búgva í gomlu bóndahúsunum í Tinggarðinum, og tey føra nú húsini aftur í upprunastand. Higartil hevur tað tikið 15 ár, men tað fer at taka nøkur ár afturat.
Berint Johannesen, vanliga nevndur Berint á Todnesi, er góður frásøgumaður og greiðir frá ymsum søgum úr Kollafirði.

Við Tórði á túri
Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.











