- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Fleiri teknisk tól á Landssjúkrahúsinum vóru óvirkin í út við ein tíma. Trupulleikin er nú reistur í løgtinginum. Løgtingslimurin fyri Fólkaflokkin, Janus Rein, sum var á Landssjúkrahúsinum hendan sunnumorgunin, hevur sett landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsteni Hansen, 21 spurningar.
Sparingar standa fyri framman, ætlar landsstýrið. Fíggjarmálaráðið er júst komið við játtanarkørmunum fyri 2015 - 2019. Í frágreiðingini stendur, at týðandi bygnaðarbroytingar skulu gera tað bíligari at reka samfelagið. Útreiðsluvøksturin hjá landskassanum skal tálmast við 146 milliónum krónum.
Búskaparfrøðingar meta um, um játtanarkarmarnir kunnu avdúka, hvør fer at kenna sviðan av sparingunum.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




