Reiðarar taka milliardir úr fiskivinnuni

04.04.2014 - 13:46
InnlendisPolitikkur
Reiðarar taka milliardir úr fiskivinnuni
Komandi árini kunnu reiðarar taka milliardir av krónum úr føroysku fiskivinnuni.

Yvirskotið í pelagisku vinnuni veksur úr 250 milliónum í fjør upp í 750 milliónir í ár, og skipini kunnu við veiðirættindum seljast fyri millum 5 og 7 milliardir krónur.


Høvuðssøgan í dagsins Sosiali snýr seg um ørandi stóra virðið av tilfeingi, sum verður útlutað ókeypis til politiskt útvaldar aktørar, sum síðani kunnu selja tey víðari við sera stórum vinningi.


Greinin í Sosialinum byggir á tøl hjá búskaparfrøðinginum Kára Petersen. Búskaparfrøðingurin heldur, at stundin nú er komin til, at landið tekur eitt tilfeingisgjald, sum svarar til virðið á veiðurættindunum.
Hann hevur roknað út, at rættindini kunnu seljast av tí almenna fyri einar 600 milliónir krónur árliga, og burtur úr hesum kundi hvør einstakur løntakari í Føroyum fingið ein 2500 krónur í skattalætta um mánaðin.


Men føroysku politikararnir velja heldur at taka hesa upphæddina frá Føroya fólki og geva eina milliardagávu til nakrar fáar reiðarar, ístaðin fyri at selja veiðirættindini og geva vanliga løntakaranum 2500 krónur í skattalætta um mánaðin, sigur kári Petersen við Sosialin.
Blaðið endurgevur hann eisini fyri at siga, at tað ikki kann vera lógligt at býta ríkidømið hjá einum fólki út til einstaklingar á hendan hátt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV