Mentanin í Kringvarpinum ov ókritisk

10.04.2014 - 12:34
Lívsstílur
Mentanin í Kringvarpinum ov ókritisk
Mentanarjournalistikkurin í Kringvarpinum er alt ov ókritiskur í viðgerðini av mentan og list. Tað heldur Kinna Poulsen, ummælari

Tað er oyðsl at brúka einastu mentanarsendingina í almenna Kringvarpinum, In Mente, til lættar umrøður av til dømis barnasjónleikum og áhugalist.

Tað heldur Kinna Poulsen, sum samanumtikið heldur sendingina hava verið ov lítið áhugaverda listarliga í seinastuni. Onnur halda hinvegin, at slíkt lættari tilfar er nettupp partur av meiningini við einum public service stovni, sum hevur skyldu til at hava okkurt til øll.

Gunnnar Nolsøe, vertur í In Mente, og Kinna Poulsen, ummælari, kjakast um støðið á mentanarjournalistikkinum í Kringvarpinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444