- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meg minnist

Tróndur Patursson fekk Mentanarvirðisløn Landsins árið 2013. Hann gekk á sínum fyrsta listarskeiði hjá so mætum monnum sum Ingálvi av Reyni, Janusi Kamban og Jack Kampmann longu í 1958. Tróndur varð borin í heim á Kirkjubøgarði sum tvíburi tilstundandi bóndans Páll. Hann vaks upp á søguliga bispasetrinum við bóndaarbeiði, báti, rossum og fuglaveiðu í Trøllhøvda. Tróndur hevur altíð verið drigin at náttúruni, í bønum og haganum, í bjargalendi og á sjónum. Honum dámdi at skoða brim í Kirkjubø og úti á Bø og droymdi um at ferðast um høv sum fuglurin.

Meg minnist
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.



