Summarmorgun

- Summi halda, at vit eru samkyndir
18-08-2014
Hóast sjúkrarøktarfrøðingari í Føroyum bera eitt kynsóheft heiti, er starvsleiðin enn tengd at fordómum.

- Summi halda, at mannligir sjúkrarøktarfrøðingar eru samkyndir, tí teir starvast í einum yrki, ið vanliga verður sett í samband við kvinnur, siga Bergur A. Dalsgarð og Kristian Dalsá, ið báðir lesa sjúkrarøkarfrøði.

Felagið fyri føroyskar sjúkrarøktafrøðingar og sjúkrafrøðilesandi hevur umleið 900 limir. Av teimum 900 limunum eru bert 5 mannfólk. Fimti mannligi limurin varð útbúgvin í ár.

Í Danmørk var fyrsti mannliga sjúkrarøktarin útbúgvin í 1951. Eftir langt kjak tók Fólkatingið í 1955 avgerð um, at heitið  ´sjúkrasystir´ skuldi nýtast um bæði kvinnur og menn við somu útbúgving. Harvið fall heitið sjúkrarøktari burtur, og menn skuldu nú bera heitið ´sjúkrasystir´. Hóast 59 ár eru liðin, er avgerðin ikki broytt. Nýggjar kanningar í Danmørk vísa, at starvsleiðin enn er tengd at fordómum við atliti til kyn.

Í Føroyum hava sjúkrarøktarfrøðingarnir tó eitt kynsóheft heiti, sum er sjúkrarøktarfrøðingur. Hetta heitið kom í lag, tá ið útbúgvingin fór frá at vera ein professiónsbachelor til at vera ein bachelor útbúgving.  Men basir hendan broyting fordómunum?

Til tess at skifta orð um at vera mannligur sjúkrarøktarfrøðingur, komu Bergur A. Dalsgarð og Kristian Dalsá í útvarpsstovuna í sendingini Summarmorgun.

Mynd: Savnsmynd

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.

Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.

Hjaltur Poulsen í Klaksvík heldur, at loyvi eigur at verða givið at skjóta bæði kóp og skarv, tí báðir stovnarnir eru so nógv vaksnir og eta so nógvan fisk
28-08-2026
Logos Hope liggur í Havn til mikudagin og síðani verður farið til Klaksvíkar. Í báðum støðum hevur almenningurin høvi at koma umborð og síggja skipið
28-08-2026
Jóhanna Hendriksdóttir Olsen úr Lamba lærir nógv umborð á Logos Hope. Hon mynstrar við á Havnini og skal verða eitt ár umborð
28-08-2026
Logos Hope, Gissur Patursson og gomlu stálbondini, og Suðurljóð á Tvøroyri
28-08-2026
Vit vitja umborð á Logos Hope, fáa vitjan av Bodil Meisner,og fara á gátt hjá Hjalta Poulsen
28-08-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
28-08-2026
Tangavirkið í Vági hevur úr at gera og langan bíðilista, tí reglurnar siga at teir elstu oljutangarnir í jørðini skulu skiftast út
27-08-2026
Vit hava brúk fyri einum  útjaðara- og útjavningarpolitikki, eins og tey hava í øðrum norðurlondum, og so eigur tunnilsprátið at fylla minni, heldur Miriam J. Norðberg
27-08-2026
-Tað stendur ikki í nakrari lærubók at vit skulu vera til, tí vit eru so smá, sigur Marius Davidsen, fráfarni fíggjarstjóri hjá Atlantic Airways, sum var við frá byrjan
27-08-2026
Góður morguntónleikur, Norðfestivalur og veðurforsøgnin
27-08-2026
Tey seks komandi stjørnuskotini og tær fimm nýggju stjørnurnar eru øll funnin, pallurin er um at vera liðugur og skjótt verður farið at taka upp til nýggja sendirøð
27-08-2026
FIT FIRST er eitt átak í Vágs skúla, sum hevur til endamáls at bøta um kropsligu støðuna, trivnaðin og virkishugin hjá næmingunum. Og úrslitini eru sera góð
26-08-2026