Jákup við Jacob: Tú skal svara

21.08.2014 - 11:38
InnlendisPolitikkur
Jákup við Jacob: Tú skal svara

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sleppur ikki undan at svara, um alt er farið rætt fram, tá skip, ið hava veiðiloyvi í Kyrrahavinum, sleppa at brúka tey í føroyskum sjógvi.

Jacob Vestergaard hevurgjørt, at hann ætlar sær onga frágreiðing at gera.

- Landsstýrismaðurin má koma við eini frágreiðing, sigur Jákup Mikkelsen, floksfelagi hjá landsstýrismanninum og formaður í tingbólki Fólkafloksins.

Kemur eingin frágreiðing, fer Jákup Mikkelsen sjálvur at seta landsstýrismanninum ein fyrispurning á tingi.

Fólkaflokkurin fer í næstum at hava fund um málið.
 

 

Mynd: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, og Jákup Mikkelsen, formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum. Jákup Mikkelsen sigur, at landsstýrismaðurin má svara í málinum um kyrrahavsloyvini, sum endaðu sum uppsjóvarloyvi í føroyskum sjógvi

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Hósdag 2. mai
RagnarRokk 2.mai 2024
173786
Nýggjastu sendingar í SV