Sigfríður um landsliðið

26.08.2014 - 15:51
Ítróttur
Sigfríður um landsliðið
- Fleiri arbeiðsjørn og færri bóltspælarar! Tað heldur Sigfríður Clementsen um landsliðssúttøkuna.


Venjarin hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, Lars Olsen, hevur í fyrsta umfari tikið út 24 spælarar til dystin móti Finnlandi á Tórsvølli sunnudagin 7. september. Dysturin verður tann fyrsti hjá Føroyum í nýggju undankappingini til EM-endaspælið í Fraklandi í 2016. Nýggj nøvn á yngri spælarum síggjast á yvirlitinum, sum landsliðsvenjarin kunngjørdi á tíðindafundi í FSF-húsinum í gjárkvøldið. Fleiri spælarar á U-21 landsliðnum flyta nú upp á A-landsliðið. Nevnast kann, at av teimum 24, sum tiknir eru út, spæla níggju í feløgum uttanlands. Teir 24 spælararnir, sum hava fingið landsliðsboð, eru hesir:

Málverjar
Gunnar Nielsen, Motherwell
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, B36

Verja
Jónas Tór Næs, EB/Streymur
Viljormur Davidsen, Vejle
Johan Troest Davidsen, HB
Odmar Færø, B36
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens
Ari Mohr Jónsson, Silkeborg IF
Hørður Askham, B36
Bárður Hansen, Víkingur
Alex Mellemgaard, B36

Miðvallarar
Fróði Benjaminsen, HB
Gilli Sørensen, AaB
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Róaldur Jakobsen, B36
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager
Hallur Hansson, Víkingur
Brandur H. Olsen, FCK


Álop
Páll A. Klettskarð, KÍ
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi, og viðmerkjari hjá Kringvarpinum til landsdystirnar, umrøddi mánamorgunin landsliðssúttøkuna.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV