- Tíðindi, mentan og ítróttur
Summarmorgun

Tónleikarar velja gull úr plátusavninum
26-08-2014
Knút Háberg Eysturstein, Unn Paturson og Benjamin Petersen umrøða eldri føroyskar útgávur, sum eftir teirra tykki eru nakað heilt serligt.
Tey trý valdu hvør sína útgávu úr plátusavninum, sum hevur havt stóran týdning fyri tey sum tónleikarar. Útgávurnar, sum verða umrøddar, eru Vónir hjá Judy & Óla (1983), Tonglabeiggi hjá Paula í Sandagerði (1998) og Mitt í eini meining hjá Debess & Petersen.

Summarmorgun
Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið.
Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
Í Reykjavík hava tey Kjarvalsstaðiir eftir listamannin Kjarval. Í Havn átti Steinatún at verið gjørt til Ingálvsstaðir eftir Ingálv av Reyni, sigur veteranur í Listafelagnum
11-08-2026
