Fleiri Sea Shepherd fólk til Føroya

31.08.2014 - 18:05
InnlendisSamfelag
Fleiri Sea Shepherd fólk til Føroya
Grindadrápið á Sandi í gjár hevur gjørt, at fleiri Sea Shepherd stuðlar ynskja at koma til Føroya at steðga ræðuleikunum, sigur Paul Watson, leiðari

Hóast 14 limir í hansara felagsskapið vórðu handtiknir, og halda varð lagt á tríggjar Sea Shepherd bátar, so fegnast Paul Watson um tað, ið hendi á Sandi í gjár.

Hendingin hevur givið ómetaliga nógva fjølmiðlaumrøðu, hópin av Sea Shepherd stuðlum kring allan heimin hava seinastu 12 tímarnar bjóðað seg sjálvboðið at koma til Føroya at stríðast fyri at steðga grindadrápinum, og luttøkan av servandu deildini hjá donsku sjóverjuni í gjár ger, sambært Paul Watson, at Danmark nú alment hevur luttikið í hvalaveiðu og harvið gjørt seg inn á altjóða hvala-samtyktirnar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297