Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Oyri
15-09-2014
Í sendingini vitja vit á Oyri, har ein bóndagarður vóru einastu húsini í bygdini í fleiri hundrað ár

Oyri er ein gomul bygd, sjálvt um ein bóndagarður vóru einastu sethús í bygdini fleiri hundrað ár. Asbjørn Dahl greiðir frá søguni hjá bygdini og øðrum viðurskiftum á Oyri.

Í sendingini hitta vit 94 ára gamla Esmar Dahl, sum hevur gjørt model av Oyrabygd frá 1928. Nú er hann farin at veva.

Ungdómshúsið í Sunda Kommunu er á Oyri. Tað hevur fingið heitið Garnahúsið og húsast í gamla garnahúsinum í bygdini. Anja á Bø er leiðari og afturat sær hevur hon Árna Joensen at taka sær av tónleikinum, og vit hitta eisini 16 ára gamla Janus Foldbo Holm.

Jógvan Dahl hevur í mong ár havt bilverkstað á Oyri og tað hevur hann framvegis. Hann er altíð klárur til eitt prát. Og á Hornavegi 3 búgva hjúnini Anna og Sámal Debes, sum bæði eru ættað av Oyri. Hon arbeiðir á einum sambýli og hann er útróðrarmaður.

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Nógv halda, at garðaskøran er blivin ein umhvørvistrupulleiki í Føroyum, tí hon veksir so væl og trokar annan vøkstur burtur har hon er. Skipað verður fyri týningartiltøkum
29-06-2026
Við jøvnum millumbilum, umleið 14 dagar ímillum, verður skipað fyri døgurða við føroyskum rættum fyri eldri monnum í Klaksvík. Hugsað verður m.a. um einkjumenn
22-06-2026
Fyri hálvari øld síðani varð fyrsta træið í viðarlundini í Leirvík, Limmulund, sett niður. 50 ára ára dagurin 9. juni bleiv serligur fyri tey avvarðandi hjá Oliviu Joensen
15-06-2026
Ein av fyritøkunum, ið bleiv stovnað í 1800-talinum, er S.P. Petersen í Fuglafirði, sum einaferð hevði 400 fólk í arbeiði. Gomlu handilshølini eru nú prýði fyri ferðafólk
08-06-2026
Tað er eisini ein náttúruuppliving at vitja skotaska høvuðsstaðin Edinburgh, og føroyingarnir vit hitta á hesum túri, hava nógv gott at siga um Edinburgh
01-06-2026
Røktingarmenninir í Skarðhaga omanfyri Hellurnar hava úr at gera nú lembingin er fyri. Símun Hans Jacobsen og Jákup Pauli E. Johannesen samstarva væl
18-05-2026
Trøllkonufingur er eitt væl umtókt mál millum útlendsk ferðafólk sum koma til Føroya. Og hann hevur eisini verið spennandi hjá monnum, ið hava klintrað upp á hann
11-05-2026
Nógv lív er í Vágsbotni, serliga tá gott veður er um summarið. Á hesum túrinum hitta vit nógv fólk í Vágsbotni
04-05-2026
Varðagøtan millum Leirvík og Norðragøtu er aldargamal og vakuir túrur við útsýni norður í Djúpini, út á Gøtuvík ella suður í havn
27-04-2026
Aftur í á hevur norðhavsútróðurin fylt nógv í bygdarmyndini á Eiði
20-04-2026
Býlingurin Undir Brúnni er stórur býlingur frá áttatiárunum, har fólk trívast væl
13-04-2026
Dorius Frederiksberg í Klaksvík bleiv kokkur tá hann var 15 ára gamal og hann hevur nógvar søgur frá sínum langa kokkalívi
30-03-2026