- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Eyðun á Borg er føddur og uppvaksin á Argjum, og hann greiðir frá gamla spedalska hospitalinum og øðrum viðurskiftum í heimbygdini, sum nú er partur av Tórshavnar Kommunu.
92 ára gamli Sverri Mortensen svimur hvønn morgun 500 metrar, og vit hitta hann og fáa ein kaffimunn, tá hann kemur heimaftur frá svimjingini.
Hóast vit framvegis eru í september, eru jólini longu komin á Verkstaðnum Vón, har tey gera lutir til stóru jólasøluna. Eimy Djurhuus, ið leggur teimum lag á, Rúni Jacobsen, Lennart Magnussen, Hildur Staksá, Malan Mortensen og Marjun Niklasdóttir greiða frá teirra virksemi á varda verkstaðnum.
Tvær gøtukonur, Randi Gregersen og Sólrun Gleðisheygg, skipaðu í nógv ár fyri árligu argjaveitsluni og tær trívast avbera væl á Argjum.
Argja Róðrarfelag hevur stóran týdning fyri samleikan á Argjum, eru tvær av eldsálunum í felagnum, Fróði Olsen og Sigurd Andreasen, sannførdir um.