Mentanarkaféin

Anker Eli, Døgg, og Siri Sørensen á Mentanarkafé
25-09-2014
Kjakevnið er standmyndir og teirra leiklutur í almenna rúminum

Reyðar baklyktir á vegnum. Ja, kann tað sigast meiri fullfíggjað... Vit kenna hann annars kanska best frá visuellu listini, har hann við sínum sermerkta stíli eitt nú hevur myndprýtt bøkur, fløgur og frímerki ? sjálvlærdi listarmaðurin Anker Eli Petersen er ein av gestunum á Mentanarcaféina, ið varð send beinleiðis úr Norðurlandahúsinum.

Er hon ein hardcore feministur ella eru sjónarmiðini heldur hóvligari ? hesin er millum spurningarnar vit seta Siri Sørensen, blðastjóra, nú Kvinna rundar tey fyrstu 10 árini í ár.

Er listin í almenna rúminum feminim ella maskulin og hvat er endamálið við standmyndum og skulpturellari list í 2014?

Vælupplagda kjakpanelið, ið er mannað av Guðrið Poulsen, listakvinnu, Ole Wich, formanni í Myndlistafelag Føroya, og Albert Isfeld, arkitekti, viðgerð evnið.

Eisini frætta vit um nýggju sjónvarpsmentanarsendingina Grind, tá Ivan Niclasen, vertur, kemur á gátt.

Á musikkaféini fáa vit vitjan av Døgg Nónsgjógv og Hans Jacob Kollslíð, ið framføra tveir nýggjar sangir og ein klassikara.

Mentanarkaféin

Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir

 

Eisini frætta vit um Minnist tú enn konsertina hjá Tórshavnar Big Band, og Norðurbryggjuna í Keypmannahavn
31-05-2017
Við samrøðum, práti, livandi tónleiki og væluppløgdum áskoðarum varð vitjað í stásiligu Saltsiluni á Drelnesi
25-05-2017
Vónbjørt Vang útgreinar bøkur til summarlesna, og vit eru á neyvari ferð í føroyska tungmálmsumhvørvinum
17-05-2017
Vit frætta um William Heinesen sum myndlistamann, um Jógvan Hansen og Grøna Herbergið, og Leif Abrahamsen, ið vísir á maritima mentanararvin
10-05-2017
Við samrøðum og livandi tónleiki
05-05-2017
Vit vitja í atelierinum hjá Tróndi og Brandi Patursson, tosa við Jákup R. Hansen um Luther, og hitta nýggja leiðaran í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
28-04-2017
Í gjónnið í Elduvík hitta vit Rúna og Susanne Brattaberg, vit ummæla kirkjuhúsið í Hvannasundi, hitta Arnold Vegghamar, og skifta orð um kirkjulist
12-04-2017
Vit tosa við Beinir Bergsson, ummæla High School Musical 2, fregnast um film hjá Havnar Sjónleikarfelag, og fáa innlit í list Thomas Arge
06-04-2017
Við livandi tónleiki, gestum, frásøgnum, og áskoðarum
31-03-2017
5,5 stjørnur frá Rudolfi Joensen og Birnu Heinesen til Verjurøða holubúgvans
24-03-2017
Samrøða við Martin Røen framleiðara hjá DR um verkætlanina, At the Heart of a Selkie, við Eivør og DR Big Band
17-03-2017
Í Mentanarkaféini hesuferð hitta vit Kim Simonsen, ið er yrkjari og bókmentafrøðingur
15-03-2017