Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Hovi
29-09-2014
Hov er ein av teimum heilt gomlu bygdunum í landinum, sum eru nevndar í Føroyingasøgu. Bygdin bindur norðara og sunnara part av Suðuroynni saman

Hov er kend sum ein gásabygd burturav. Henning Tausen, sum er fluttur aftur í heimbygdina eftir mong ár í Havn, sigur frá ymiskum viðurskiftum í Hovi, millum annað um teir gomlu býlingarnar í bygdini.

Vit støkka inn á gólvið hjá 87 ára gamla Johan Mortensen, vanliga nevndur Johan færing, sum sigur frá serligu søguni um sangin "Kærleikans longsul", ið hann yrkti umborð á Nim fyrst í fimtiárunum.

Unga parið Rudy Mortensen, sum er ættað úr Hovi, og toftamaðurin Ian Jacobsen, eru nýliga flutt til Hovs at búgva saman við lítla soninum. Fríðbjørg og Niels Hammer eru eisini aftur í Hovi, eftir at hava búð uttanlands í mong ár.

Annika Joensen er ein av teimum, sum skipa fyri víkingadøgunum í Hovi. Og so greiðir Niels Hammer frá gamla handlinum í bygdini, sum nú er komin aftur til heiður og æru, og har bygdarfólkið savnast til ymisk tiltøk.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tær eru tríggjar systrar úr Húsavík, sum eru føddar sama dag ymisk ár, summarmáladag. Og húsfrúgvin, sum var óvanliga rík og livdi um ár 1400, hevur eisini gjørt bygdina kenda
06-05-2024
Húsavík er millum elstu bygdir í landinum. Her eru nógvar søgur og sagnir og her eru fleiri gomul hús varðveitt enn nógva aðra staðni í landinum
29-04-2024
Í dag er túrurin í býlinginum á Sevmýri, har nógvar søguligar uppgerðir hava verið í fótbólti, men her henda stórar broytingar júst nú. Og vit hitta fleiri fólk, ið búgva her
15-04-2024
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024