Radarin

Radarin: Fáa neyvan nakað Alequ-mál í Føroyum
01-10-2014
Gott skil og moralur í føroysku umsitingini, heldur landsgrannskoðarin

Tað er rættiliga ósannlíkt, at eitt mál sum tað við Alequ Hammond skuldi stungið seg upp í Føroyum. Vit hava góðar mannagongdir og eftirlit, sum í stóran mun forða fyri, at politikarar og embætisfólk blanda privat og almenn pengaáhugamál saman, heldur Beinta Dam, landsgrannskoðari. Hon veit ongi dømi í føroysku fyrisitingini, sum kunnu sammetast við málið hjá grønlendsku landsstýrisforkvinnuni.


Ruðulleiki valdar í Grønlandi eftir at fýra landsstýrisfólk hava sagt seg úr starvi. Tey mótmæla, at Aleqa Hammond ikki tekur seg aftur sum landsstýrisforkvinna. Vit kunnu rokna við nývali, sigur Poul Krarup, blaðstjóri á grønlendska blaðnum, Sermitsiaq.


Verður ein uppboðssøla partur av fiskivinnunýskipanini, so verður hetta deyðin fyri føroyska fiskivinnu. Tað sigur Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Hann heldur tað vera týdningarmikið at fáa avgreitt fiskivinnunýskipanina áðrenn næsta løgtingsval. Hoyr Jákup Mikkelsen kjakast við Kristinu Háfoss, tingkvinnu hjá Tjóðveldi, um fíggjarlóg og nýskipanir.

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 
Prát við politisku ungmannafeløg um politiskt virksemi.
01-05-2019
Í meðal fáa 130 føroyingar heilaskaða um árið. Vil illa til, verður øll tilveran vend á høvdið og familjur syndrast
03-04-2019
Tað er trupult hjá ES at missa Bretland, tí landið hevur stóran búskaparligan týdning fyri ES, sigur Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel
28-03-2019
Radarin hesuferð er um føroysku fólkatingumboðanina
20-03-2019
Bygdaleiðir skulu verða grønari, og býarbussarnir í Tórhavnar kommunu skulu koyra við reinari orku
06-03-2019
Í nógvum bygdum standa húsini tóm meginpartin av árinum. Skulu treytir setast, tá hús verða keypt?
13-02-2019
FNU, Ringrás, Reyði Krossur og trý politisk ungmannafeløg krevja, at Løgtingið tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara
06-02-2019
Skipanin er greiðari um øll ábyrgd fyri almennum byggiverkætlanum liggur hjá einum ráði, heldur stjórin á Løgmannskrivstovuni
30-01-2019
Politikarar og Tryggingareftirlitið fara at halda eyga við úrslitunum hjá føroysku pensjónsfeløgunum næstu tíðina.
23-01-2019