Mentanarkaféin

Skal mentan miðlast til øll ella til tey fáu?
09-10-2014
Kjakpanelið er mannað av Ivani Niclasen, Birgiri Kruse og Una Arge

Um middagsleitið í dag (9. oktober) varð Nobelvirðislønin innan bókmentir 2014 latin 69 ára gamla franska rithøvundanum Patrick Modiano. Hvør er Modiano og var hetta eitt sjálvsagt val? Hesar og aðrar spurningar seta vit Jógvani Isaksen, bókmentafrøðingi og rithøvunda.

Eisini hitta vit Margretu Næss, sum við sínum slóðbrótandi arbeiði innan ljóðbøkur hevur givið eitt nú sjónveikum og orðblindum atgongd til tey univers, ið bøkurnar innihalda. Eitt arbeiði, sum hon í farnu viku fekk Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik fyri. Hon hevur prógv frá Det Danske Musicalakademi og eina Master in Performance úr London, eins og hon í fleiri ár hevur framført og haft stórar leiklutir í sangleikum uttanlands. Vit hitta og hoyra Christinu Elisabeth Mørkøre.

Vit spyrja eisini hvussu mentan og list skulu miðlast. Verður hetta gjørt í háfloygdum vendingum tilognað teimum fáu, ella verða list og mentan miðlað soleiðis at heldur fleiri enn færri fáa gagn og gleði av mentanarliga universinum? Og skulu mentan og list kanska miðlast øðrvísi enn annað tilfar?

Hesar og aðrar spurningar viðgerð vælupplagda kjakpanelið, ið er mannað av Ivani Niclasen, mentanarsamskipara í Kringvarpi Føroya, Una Arge, journalisti, kjakara og tónleikara, og Birgir Kruse, ið hevur verið vertur á útvarpsmentanarsendingini Vetrarbreytin eins og hann skrivar um mentan og list á Birkblogg.

Á Musikcaféini syngur og spælir grønlendski rockbólkurin Small Time Giants.

Mentanarkaféin

Mentanarkaféin er fasta mentunarsending útvarpsins. Á Mentanarkaféini verða evni innan estetiska mentanarøkið og list umrødd og viðgjørd við samrøðum, ummælum, kjaki og frásagnum. Talan er eitt nú um arkitektur, bókmentir, dans, design, leiklist, myndlist og tónleik. Skiftandi vertir

 

Eisini frætta vit um Minnist tú enn konsertina hjá Tórshavnar Big Band, og Norðurbryggjuna í Keypmannahavn
31-05-2017
Við samrøðum, práti, livandi tónleiki og væluppløgdum áskoðarum varð vitjað í stásiligu Saltsiluni á Drelnesi
25-05-2017
Vónbjørt Vang útgreinar bøkur til summarlesna, og vit eru á neyvari ferð í føroyska tungmálmsumhvørvinum
17-05-2017
Vit frætta um William Heinesen sum myndlistamann, um Jógvan Hansen og Grøna Herbergið, og Leif Abrahamsen, ið vísir á maritima mentanararvin
10-05-2017
Við samrøðum og livandi tónleiki
05-05-2017
Vit vitja í atelierinum hjá Tróndi og Brandi Patursson, tosa við Jákup R. Hansen um Luther, og hitta nýggja leiðaran í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
28-04-2017
Í gjónnið í Elduvík hitta vit Rúna og Susanne Brattaberg, vit ummæla kirkjuhúsið í Hvannasundi, hitta Arnold Vegghamar, og skifta orð um kirkjulist
12-04-2017
Vit tosa við Beinir Bergsson, ummæla High School Musical 2, fregnast um film hjá Havnar Sjónleikarfelag, og fáa innlit í list Thomas Arge
06-04-2017
Við livandi tónleiki, gestum, frásøgnum, og áskoðarum
31-03-2017
5,5 stjørnur frá Rudolfi Joensen og Birnu Heinesen til Verjurøða holubúgvans
24-03-2017
Samrøða við Martin Røen framleiðara hjá DR um verkætlanina, At the Heart of a Selkie, við Eivør og DR Big Band
17-03-2017
Í Mentanarkaféini hesuferð hitta vit Kim Simonsen, ið er yrkjari og bókmentafrøðingur
15-03-2017