Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Trongisvági
27-10-2014
Hoyr alla sendingina her

Trongisvágur er í Tvøroyar Kommunu, men er ein nógv eldri bygd enn Tvøroyri. Fjørðurin eitur eisini Trongisvágsfjørður.

Viberg Sørensen, sum er uppvaksin og býr framvegis í Trongisvági, greiðir frá ymiskum viðurskiftum í heimbygdini.

Dorthea Stórhamar er ættað av Tvøroyri, men hevur nú búð í Trongisvági í meira enn 30 ár, og hon trívist avbera væl longur inni á fjørðinum.

10 ára gamli Bergur, 11 ára gamli Ari og 13 ára gamli Jónas hava allir tríggir sera stóran seyðahug, og heystið er ein serlig tíð hjá teimum.

Tann søguliga klappjaktin í Trongisvági er ein stoltleiki hjá bygdini, og í hesum døgum fyrireika teir seg til klappjaktina í ár. Bergur Stórhamar greiðir frá standmyndini, og Hallur í Heiðunum, Birgir Strøm Rasmussen og Einar Petersen greiða frá veiðitúrunum.

Um fáar dagar fara átta fólk úr Trongisvági til Kenya at arbeiða á einum barnaheimi har. Teirra millum eru Elin Enni og Bjørg av Rana, sum greiða frá hjálpararbeiðnum í Kenya.

Við Tórði á túri

Tórður Mikkelsen vitjar bygdir og býir kring landið við mikrofonini og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. 

Tyrlutænastan hjá Atlantic Airways er so mangt. Umframt at røkja rutuflúgving til útoyggjar tryggjar hon at Føroyar hava eina tilbúgving alt samdøgrið
19-10-2026
Umstøðurnar í Heygshaga eru nógv broyttar hesi seinastu árini, tí áseyðatalið varð minkað ein fjórðing. Tey eru væl nøgd, tí seyðurin er nógv betri nú enn fyrr
12-10-2026
Hovbingar eiga Tjaldavíkshólm, sum er í Tjaldavík beint sunnanfyri Øravík. Hólmurin er 75.000 fermetrar til víddar og er millum 50 og 100 metrar úti á víkini.
05-10-2026
Fuglfirðingurin Jógvan Julius Joensen, sum frá ungum árum búði í Gilleleje, upplivdi sjálvur víða gitnu hendingina, tá 60-80 jødar krógvaðu seg á loftinum í Gilleleje kirkju
28-09-2026
95 ára gamli Jóan Pauli Næs úr Nesi í Hvalba greiðir frá barnaárum, sjólívi og øðrum, og vit vitja hansara barnaheim úti í Nesi
21-09-2026
Nógv halda, at garðaskøran er blivin ein umhvørvistrupulleiki í Føroyum, tí hon veksir so væl og trokar annan vøkstur burtur har hon er. Skipað verður fyri týningartiltøkum
29-06-2026
Við jøvnum millumbilum, umleið 14 dagar ímillum, verður skipað fyri døgurða við føroyskum rættum fyri eldri monnum í Klaksvík. Hugsað verður m.a. um einkjumenn
22-06-2026
Fyri hálvari øld síðani varð fyrsta træið í viðarlundini í Leirvík, Limmulund, sett niður. 50 ára ára dagurin 9. juni bleiv serligur fyri tey avvarðandi hjá Oliviu Joensen
15-06-2026
Ein av fyritøkunum, ið bleiv stovnað í 1800-talinum, er S.P. Petersen í Fuglafirði, sum einaferð hevði 400 fólk í arbeiði. Gomlu handilshølini eru nú prýði fyri ferðafólk
08-06-2026
Tað er eisini ein náttúruuppliving at vitja skotaska høvuðsstaðin Edinburgh, og føroyingarnir vit hitta á hesum túri, hava nógv gott at siga um Edinburgh
01-06-2026
Røktingarmenninir í Skarðhaga omanfyri Hellurnar hava úr at gera nú lembingin er fyri. Símun Hans Jacobsen og Jákup Pauli E. Johannesen samstarva væl
18-05-2026
Trøllkonufingur er eitt væl umtókt mál millum útlendsk ferðafólk sum koma til Føroya. Og hann hevur eisini verið spennandi hjá monnum, ið hava klintrað upp á hann
11-05-2026