- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Seinastu árini hava fleiri mál verið frammi um almenn starvsfólk, sum hava rópt varskó, tí okkurt - sambært teimum - ikki ruggaði rætt á teirra arbeiðsplássi. Men persónligu avleiðingarnar kunnu gerast stórar, tá starvsfólk velja at varskógva uttan um sína leiðslu.
Radarin er í dag um sannleikans prís, og um stundin er komin til, at vit í Føroyum fáa eina skipan at varskógva eftir og vernd av teimum, sum rópa varskó.
Luttakarar:
Óluvá í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Leivur Person, formaður í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Arni Mikkelsen, regluvørður í Bank Nordik
Jógvan Páll Lassen, advokatur
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum
Kristina Háfoss, tingkvinna, sum eigur uppskot til samtyktar um varskógvaraskipan
Tøkningur Øssur Egholm
Lagt tilrættis Brynhild Thomsen

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




