Fíggjarleiðarin: Ætlanarskrivið er karaktermorð

13.11.2014 - 13:10
InnlendisSamfelag
Fíggjarleiðarin: Ætlanarskrivið er karaktermorð
Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at skrivið varð bílagt úr Vinnumálaráðnum

Fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandferðsluni vísir staðiliga aftur øll viðurskifti, sum liggja til grund fyri, at hann skuldi sigast úr starvi.

- Ætlanarskrivið um uppsøgn er eitt karaktermorð av mær, bílagt úr Vinnumálaráðnum. Tí noyðist eg at verja meg móti ákærunum, sigur Hans Petur Joensen.

Kringvarpið hevur fyrrapartin tosað við Hilmar Eliasen, stjóra á Strandferðsluni, fyri at fáa hansara viðmerkingar til málið.

- Vit viðgera í løtuni innlitsumbønir um ætlanarskrivið, og vit savna eisini skjølini í málinum. Eg vil i ikki at gera viðmerkingar til málið, áðrenn tað arbeiðið er liðugt, sigur Hilmar Eliasen.

 

Mynd: Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444