Stovugenturnar til reiðar at lata hurðarnar upp

20.11.2014 - 10:07
Lívsstílur
Stovugenturnar til reiðar at lata hurðarnar upp
Við Stovugentunum verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at vitja forkunnugu Kommandørhúsini yviri við Strond

Við Stovugentunum verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at vitja forkunnugu Kommandørhúsini, sum Føroyar hava yvirtikið frá danska hernaðarvaldinum.

Men húsini verða nógv meira enn bara eitt hølið at framføra í, tí Kommandørhúsini og eftirkríggstíðin, tá húsini vórðu bygd, verða spunnin inn í søguna. Tey gerast premissin fyri allan leikin. Í síni nýtulking av leikritinum flytir Tvazz seg sostatt til ein nýggjan hátt at skapa leikverk.

Leikurin Stovugentirnar eftir Jean Genet er ein ræðandi søga um tær báðar stovugenturnar Claire og Solange, sum tæna í húsinum hjá Madame. Leikurin snýr seg fyrst og fremst um teirra ófrættakenda rolluspæl.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129