Fíggjarmálaráðið hevur tamarhald á eftirlønunum

27.11.2014 - 10:23
InnlendisSamfelag
Fíggjarmálaráðið hevur tamarhald á eftirlønunum
Tænastufólk eiga tríggjar milliardir og 325 milliónir krónur í eftirløn, sum skulu gjaldast úr landskassanum.
Talan er um nógvar millliardir, sum skulu gjaldast úr landskassanum, men Fíggjarmálaráðið hevur tamarhald á støðuni, sigur Jørgen Niclasen
Mynd: Savnsmynd  

Í nógv ár hevur Landsgrannskoðanin gjørt vart við, at einki er gjørt fyri at leggja uppfyri eftirlønarskyldurnar hjá landskassanum.
Tænastufólk eiga tríggjar milliardir og 325 milliónir krónur í eftirløn, og pengarnar eiga tey at fáa úr landskassanum. Í talinum er roknað við einum prosenti í rentu.

Eftirlønirnar hjá løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum eru ikki roknaðar við í nevndu upphæddini. Tað verður arbeitt við at rokna seg fram til hvussu nógv talan er um, og Fíggjarmálaráðið ætlar at tað arbeiði skal vera liðugt fyri árslok.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, viðgongur, at eftirlønirnar eru ein avbjóðing. Men hann ræðist ikki avbjóðingina, og tamarhald er á støðuni, sigur hann.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860