SEV hækkar prísin í 2017

28.11.2014 - 14:21
InnlendisPengar
SEV hækkar prísin í 2017
Í 2017 hækkar SEV kilowattsprísin við 15 oyrum, tað er umleið 17 prosent
Mynd: Savnsmynd  

SEV hevur 40-45 millíónir krónur í avlopi í ár og væntar 37 milliónir næsta ár. Men nógv lán skulu takast til íløgur, og tí er neyðugt at hækka prísin, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV

Tað verður eingin príshækking næsta ár og heldur ikki í 2016, men í 2017 hækkar kilowattprísurin 15 oyru, okkurt um 17 prosent.

15 oyru oman á SEV prísin fara at kosta vanliga húsarhaldinum okkurt um 750 kr. meira um árið umframt meirvirðisgjald.

Á eykaaðalfundi í dag hava kommunurnar, sum eiga SEV, góðkent frágreiðing frá nevndini um virksemið, fíggjargongdina og uppskotið um fíggjarætlan fyri 2015.
SEV skal gera íløgur fyri 407,5 mió. kr. næsta ár og læna nakrar hundrað milliónir afturat, so skuldin kemur upp í eina milliard og 165 milliónir krónur.
 

 

 

Mynd: SEV hækkar prísin við umleið 17 prosentum í 2017

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444