Uppihaldstrappa á økinum, har gamla Perlan lá

21.12.2014 - 15:31
InnlendisPolitikkur
Uppihaldstrappa á økinum, har gamla Perlan lá
Næst á skránni er Steinatún, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður fyri byggi- og býarskipanarnevndina í Tórshavnar kommunu

Trappan verður vónandi eitt tilhaldsstað hjá fólki millum annað í sambandi við tiltøk í Vágsbotni og í miðbýnum. Eisini verður ein pallur omanfyri trappuna til framførslur.
Mett verður, at trappan fer at kosta millum 1.9 og 2,3 milliónir krónur. Kommunan fer nú í holt við projekteringina og síðani verður arbeiðið at gera trappuna boðið út í innbodna lisitatión.
Tá arbeiðið í Vágsbotni er liðugt, verður farið niðan í Steinatún, har arbeiðið við miðbýarætlanini heldur fram, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður fyri byggi- og býarskipanarnevndina í Tórshavnar kommunu.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444