40 heiðursmerki og 17 føroysk met

18.01.2015 - 19:57
ÍtrótturSvimjing
40 heiðursmerki og 17 føroysk met
Jón Bjarnason heldur at úrslitini eru ótrúlig, serliga tí at svimjararnir ikki hava ein langhyl í føroyum at venja í

Føroysku svimjararnir hava verið við í Reykkjavíkarleikunum seinastu dagarnar. 

Tey svumu finalurnar fyrr í dag. Føroysku svimjararnir vunu tvey gull heiðursmerki, trý silvur og fimm bronsu heiðurmerki. Umframt hetta so vórðu tvey føroysk og tvey føroysk juniormet sett.


Kappingin eitur Reykjavik International Games 2015. Hon er skipað soleiðis at svimjararnir svimja fyri síni føroysku feløg og ikki fyri landsliðið.

Umframt Føroyar, so vóru Grønland, Danmark, Svøríki, Noreg og vertstjóðin Ísland.


Heimasíðan svimjing.com hevur fylgt væl við kappingini og hevur dagført eitt yvirlit yvir øll heiðursmerkini og metini. Tað kann síggjast her : http://www.svimjing.com/2015/01/17/story/foroysk-met-og-heidurmerki-a-rig-2015 


Jón Bjarnason, venjari hjá Susvim er sera errin av føroysku svimjarunum. Hann heldur at tað er ótrúligt at úrslitið varð so gott, hóast at vit ongan langhyl hava í føroyum. 
Hann leggur tó afturat, at hann gleðir seg um eitt barn á jólum eftir Pálhøll í Vági. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Tónleikasending Mono
201663
Mikudag 17. desember
Skratsj 17. desembur 2025
201652
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Mikudag 17. desember
Kvinnan og prædikan
201622
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552