Tveir krossar kundu tryggjað lokalu økini

28.01.2015 - 17:50
InnlendisPolitikkur
Tveir krossar kundu tryggjað lokalu økini
Ein skipan, har vit fara at seta tveir krossar ístaðin fyri ein, kann verða ein møguleiki á komandi løgtingsvalum í Føroyum

Ein serfrøðinganevnd, sum formansskapurin í Løgtinginum í 2010 setti at endurskoða valskipanina, arbeiddi millum annað við møguleikanum, at fólk velja bæði lokal og landspolitisk valevni.

Hetta skal bæði tryggja lokalu økjunum umboðan í løgtinginum, samstundis sum veljarin fær møguleika at velja valevnir uttan fyri gomlu valdømini.

Slíkar skipanir finnast í øðrum londum, sigur Petur Zachariassen, støddfrøðingur, sum var formaður í serfrøðinganevndini.

Eitt spurnarumfar, sum Norðlýsið hevur gjørt millum løgtingsfólk seinastu dagarnar, vísir, at meirilutin av løgtingslimum halda, at føroyar ikki longur eiga at vera eitt valdømi. Men tað er kortini ikki meiriluti fyri at venda aftur til gomlu skipanina við sjey valdømum.

Onkrir av løgtingslimunum nevna møguleikan fyri eini blandaðari skipan, har veljarin fær loyvi at seta tveir krossar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860