Kirkjugarðurin í Havn skal úbyggjast

01.02.2015 - 16:07
InnlendisSamfelag
Kirkjugarðurin í Havn skal úbyggjast
Og hoyvíksingar fáa kirkjugarð í 2016

Kirkjugarðurin við Velbastaðvegin í Havn er við at fyllast, og um tvey ár er neyðugt at hava meira pláss at jarða í. Tórshavnar býráð samtykti einmælt fyrr í vikuni at játta eina millión krónur í ár til at útbyggja kirkjugarðin eftir ætlanini, sum býráðið samtykti í mai í fjør.

Viðvíkjandi kirkjugarðinum í Hoyvík, so kemur tað málið fyri á næsta býráðsfundi. Kirkjugarðurin skal byggjast sum framhald av Dalinum Langa, og hann skal eftir ætlan verða klárur í 2016.

Kirkjugarðurin í Kaldbak hevur verið fullur í fleiri ár. Kommunan er í ferð við at gera nýggjan kirkjugarð, og hann verður liðugur í vár. Har verða 88 pláss.

Hoyr samrøðu við Heðin Mortensen, borgarstjóra.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV