Marnar Djurhuus givin at renna

01.02.2015 - 17:34
Ítróttur
Marnar Djurhuus givin at renna
Føroysku heiðursmerkjavónirnar til oyggjaleikirnar í summar eru versnaðar, nú skaði hevur noytt rennaran, Marnar Djurhuus, at gevast

Langteinarennarin, Marnar Djurhuus, boðaði fyrr í vikuni frá, at hann er givin at renna. 20 ára gamli rennarin, sum vann tvey bronsuheiðursmerki á seinastu oyggjaleikunum á Bermuda, hevur seinastu árini verið somikið plágaður av ryggskaða, at hann nú hevur valt at seta skógvarnar á hillina.

 - Eg helt ikki, at tað var so stuttligt, at tað var vert at ganga við pínu næstan konstant, aftaná hvørja venjing, út á kvøldarnar og um næturnar, segði Marnar.

 

Oyggjaleikir verða á Jersey í summar, og ungi rennarin heldur, at hann møguliga hevði megnað at luttikið, men at hann ikki hevur hug til at luttaka í kappingum, tá hann ikki fær vant.

 - Man er sjálvandi keddur um, at skaðar skulu forða fyri tí, men tað er nú einaferð, sum tað er, og tað er ikki so nógv, man kann gera við tað, segði Marnar.

 

Guttorm Sørensen, rennari og limur í starvsnevndini hjá FÍF, Frælsur Ítróttur Føroya, harmast um avgerðina hjá Marnari, sum hann heldur hevði havt góðar møguleikar at vunnið gull á komandi oyggjarleikunum.

 - Tað trúgvi eg, at hann hevði havt. Um hann hevði havt eitt ár afturat at venja í, so hevði hann sikkurt kunnað gjørt seg galdandi, í hvussu er á skamlinum, segði Guttorm, og legði afturat, at føroyska metið hjá Marnari á hálvmarathon er betri enn flestu vinnaratíðirnar frá oyggjaleikum.

 

Hóast Marnar nú er givin á longru teinunum, vil hann ikki siga fyri vissu, at hetta er tað síðsta vit síggja til hansara í rennihøpi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012