- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Seinastu árini er fíggjarliga orkan í fiskivinnuni savnað á alt færri hondum. Eitt av størstu reiðaríðunum er Varðin í Gøtu. Dunga-Jákup dugur ikki at síggja, at teir hava nakað serligt vald. Gestur Hovgaard, lektari í samfelagsfrøði, greinar spurningin um knýtið millum vald og pening.
Tann, sum vinnur rættin at skíra onnur fyri yvirgangsfólk, fær samstundis vald til alt møguligt annað. Kristina Samuelsen, løgfrøðingur, Róland í Skorini, lektari í átrúnaði, og Gunnar Isfeld, søgurfrøðingur, greina hugtakið yvirgang - løgfrøðiliga, søguliga og átrúnaðarliga.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




