Útlenskur áhugi fyri langhylinum

21.02.2015 - 17:17
ÍtrótturSvimjing
Útlenskur áhugi fyri langhylinum
Fyrispurningar eru longu komnir til Vágs frá útlendskum landsliðum, sum vilja til býin í venjingarlegu, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vági

Arbeiði við langhylinum er nú er liðið so væl, at fólk kunnu byrja at gleða seg til at leypa útí, sigur Dennis Holm. Hann væntar, at fólk um tveir mánaðar kunnu kava í vbatni í nýggja hylinum. 

Arbeiðið tikið tvey ár

Tað var tá okkara besti og kendasti svimjari Pál Joensen vann silvur á 1500 metrum í Ungarn, at hugurin til ein langhyl í Vági kyknaði av álvara. Hetta var í august mánaði í 2010, tá Pál - eftir at hava ligið á odda meginpartin av teininum - kom á mál sum nummar tvey í Europameistarakappingini í svimjing, sum var í Budapest. Men ítøkiliga arbeiðið hevur verið í gongd í eini tvey ár. Drennis Holm, borgarstjóri vil ikki siga, hvat verkætlanin kostar, annað enn at hon er "vanvittiga bílig", sum hann tekur til.

Útlendskur áhugi

Borgarstjórin í Vági leggur dent á, at talan er um ein hyl til øll, tó at tað ikki skerst burtur, at Pál Joensen bæði so og so kastar sína glæmu yvir verkætlanina. Og júst tað hevur vakt áhuga millum svimjarar uttanlands, sum fegnir vilja koma til Vágs at venja.

Øssur Egholm,  tosaði við borgarstjóran í Vági, Dennis Holm í sendingini Surk, sum var send seinnapartin.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. desember
Nýtt ljóð
201713
Hósdag 18. desember
Breddin: Fíggjarlógin og haldføri
201704
Hósdag 18. desember
Morgunlestur hósdagur 18.desember 2025
200537
Mikudag 17. desember
Dansival - Gestur er Herluf Gaard Joensen
201659
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552