Stórfingin fløga - men gloymd

03.03.2015 - 10:05
Lívsstílur
Stórfingin fløga - men gloymd
Í sendingini hitta vit Ólav Jacobsen, sum skrivaði tónleik og tekst til verkið, og lurta eftir sangum á útgávuni hjá William Heinesen

Í 1990 kom út tónleikaverkið "Tornið við heimsins enda" í samband við 90 ára føðingardag William Heinesens.

Verkætlanin var ambitiøs og kostnaðarmikil, kortini hevur verkið ikki vakt stórvegis ans millum manna.

Tað vóru brøðurnir Oddur og Ólavur Jacobsen, sum skrivaðu tónleikin til Tornið við heimsins enda.

Tað byrjaði sum tónleikur til ein sjónleik, men endaði sum ein stórfingin fløguútgáva til 90 ára dagin hjá William Heinesen fyri fjórðingsøld síðani.

Tórshavnar Býráð gav út. Einki varð spart; orkestrið hjá Danmarks Radio spælir, kendir norðurlendskir solistar sum Tommy Kørberg og Sanne Salomonsen syngja, íslendska Mezzoforte spælir eisini á einum lagi.

Kortini hevur fløgan verið lítið spæld, og í dag - 25 ár eftir útgávuna - er hon meira at kalla gloymd. Men fert tú at lurta, undrast tú á, at so er, tí tónleikurin er avgjørt verdur at lýða á.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444