- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bolero
Bolero 15. mars 2015
15-03-2015
Í dagsins sending spæla vit tónleik eftir Edvard Grieg. Eyðun á Lakjuni leggur til rættis
Í hesi sendingini frá 15. mars 2015 er tónleikur hjá norska tónaskaldinum Edvard Grieg, ið livdi frá 1843 til 1907, at hoyra.
Bolero
Bolero er ein sending við klassiskum tónleiki. Innihaldsliga fevnir sendingin vítt - frá renessansu og barokk fram at okkara døgum.
Tónleikurin í teimum einstøku sendingunum hevur ofta ein felagsnevnara. Hesin kann til dømis vera tónleikur úr einum ávísum landi, úr einum tónlistarsøguligum tíðarskeiði ella tónleikur eftir okkurt ávíst tónaskald.
Nógvur klassiskur tónleikur hevur íblástur úr fólkatónleiki. Heitið á sendingini stavar haðani. Bolero er ein spanskur dansur, sum kom fram um ár 1780. Ludwig van Beethoven (1770-1827) var ein tann fyrsti, ið nýtti Bolero í listtónleiki.
Skiftandi vertir leggja sendingina til rættis.
Mozart, Schubert og tónleikarir, ið framføra á Endurljóð kamartónleika-festivalinum.
05-05-2024
Í dag varð guðstænastan send úr Miðvágs kirkju. Inga Poulsen Dam, prestur, prædikaði
03-03-2024