Suðuroyingar ganga til fyrsta Merkið

22.04.2015 - 11:59
Lívsstílur
Suðuroyingar ganga til fyrsta Merkið
Hetta er ein máti at fáa fríska luft og savna øll flaggdagshaldini til eitt størri í Fámjin, sigur Rúni Thomsen, sum sjálvur fer at ganga úr Hvalba

Flaggdagshald eru kring alt landið í samband við flaggdagin, sum er 25 apríl. 

Tað er ymiskt hvat bygdir gera burturúr degnum. Í Suðuroy hava fleiri bygdir sligið seg saman um dag og skipað fyri fleiri gongutúrum til sama stað.

Rúni Thomsen, stigtakari, sigur at gingið verður úr Øravík, Hvalba, Vági og úr Hovi. Men hóast gongurtúrarnir byrja ymsastaðni, so gongur túrurin til Fámjin. 

Tað er jú kirkjuni í Fámjin at fyrsta føroyska Merkið hongur. Túrurin er skipaður soleiðis at fólk vera í Fámjin um somu tíð, so tískil byrja túrarnir ymiskt, alt eftir hvussu langir teir eru at ganga. Gingið verður eftir gomlum bygdagøtum.
 

Undirtøkan er sera stór, hoyr Rúna Thomsen greiða frá degnum. 

 

Meira um gongutúrarnar her : http://www.sudurras.fo/43201

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860