- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innsavningin "meðan vit bíða" endar leygarkvøldið
Átakið, meðan vit bíða, sum er eitt samstarv millum miðlahúsið og felagskapin, í menniskjum góður tokkki, sum hevur til endamál at savna pening inn til føroysk børn í fátækraváða, endar við einum brakið leygarkvøldið har endaliga úrslitið av innsavningini fyri hesar 3 vikurnar verður avdúkað.
Barbara Holm, stigtakari, fegnast um hvussu fólk hava tikið í móti átakinum. Hon heldur at tað tykist, sum at politiski pallurin av álvara arbeiðir við trupulleikanum somuleiðis sum føroyingar gera sítt til at basa trupulleikanum.
Barbara Holm greiddi í morgun frá hvussu tað gongur við "meðan vit bíða" og frá tiltakinum, sum verður karmur um endabrestin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið kl 19.00
Hoyr samrøðuna omanfyri