Ein gleði at vera fosturforeldur

12.05.2015 - 10:28
Lívsstílur
Ein gleði at vera fosturforeldur
- Sjálvandi krevur tað nógv av okkum sum familja, men vit fáa so nógv aftur frá hesum børnunum, sigur Birna Gunarsson, sum er fosturforeldur

Fosturforeldraskipanin leitar í løtuni eftir fosturfamiljum - familjum, ið kunnu taka sær av einum barni í styttri ella longri tíðarskeið.


Sum heild kunnu øll blíva fosturforeldur, men tað eru ávís krøv, sum verða sett til fosturfamiljur.


- Tey fólkini, sum blíva fosturforeldur, skulu eitt nú hava reina revsiváttan, skulu hava fíggjarviðurskiftini í lagi, og somuleiðis skulu bústaðarviðurskiftini verða í lagi, sigur Hallbjørg Lamhauge, sum er leiðari á Fosturforeldrasamskipanini.


- Harafturat er neyðugt, at tú hevur tíð og yvirskot til at taka eitt barn inn í títt heim, tí tað kann stundum vera krevjandi at fáa eitt fosturbarn, og tú skalt samskifta við myndugleikarnar og avvarandi hjá barninum, sigur Hallbjørg Lamhauge.


Birna Gunnarson og maðurin hava seinastu 17 árini virkað sum fosturforeldur hjá seks ymiskum børnum.


- Tað hevur verið ein stór gleði at kunna hjálpa hesum børnunum og fáa eitt tætt samband við tey, sigur Birna Gunnarsson, sum sjálv eigur tvey børn.


- Tað ávirkar alla familjuna, tá eitt fremmant barn kemur inn í heimið, og hóast tað kann vera avbjóðandi, so hava vit øll sum heild verið ómetaliga glað fyri tey børnini, sum vit hava verið fosturfamilja fyri, sigur Birna Gunnarsson.


Í morgunsendingini greiddu tær báðar frá leiklutinum, sum fosturforeldur hava.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067