Føroya deildin: Revsilógin skal broytast

13.05.2015 - 11:52
InnlendisSamfelag
Føroya deildin: Revsilógin skal broytast
Ein neyðtøka kann ikki vera hálv. Føroya deildin hjá Amnesty international fer at trýsta politisku skipanina til at broyta núverandu revsilóg

Ein neyðtøka er ein neyðtøka, og eisini ein neyðtøka av einum verjuleysum persóni , sum ikki fær vart seg. Hon skal javnsetast við eina neyðtøku av einum, sum hevur kunnað vart seg, og hava somu revsirammu. Ein neyðtøka í hjúnarbandinum skal eiheldur verða ein linari revsing, sigur Katrin á Neystabø, aðalskrivari hjá Amnesty International, føroya deild. 

Vit vilja eisini undirstrika týdningin av, at talan er um eitt brotsverk móti einstaklinginum. Tí í núverandi lóg, er tað eitt brot á "kønssædelighed", og tað skal eisini broytast í lógini. Tað ljóðar sum man ger eitt brot á samfelagsmoralin, og tað ikki eitt brot móti einstaklinginum, og rættin hjá einstaklingin til sín kropp. Hetta er tað sum føroya deiildin hjá Amnesty international vil broyta, og hetta verður raðfest ovast, tí arbeiðið fer longu í gongd nú. Hetta átakið "mín kroppur, míni rættindi" at síggja í summar kring alt landið.

Katrin á Neystabø trýrt fult og fast uppá at tað ber til at gera hesar broytingar og leggur afturat at hetta longu er framt í Danmark. 

Hoyr Katrina greiða frá omanfyri. 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860