Strongd er sum alkoholisma

13.05.2015 - 10:39
Lívsstílur
Strongd er sum alkoholisma
- Eitt fólk við strongd dugir ikki at síggja, at her er galið. Næstringarnir gera ofta viðkomandi varugan við tað, sigur Niclas Heri Jákupsson

- Tú kanst samanlíkna strongd við alkoholismu.


Tað sigur Niclas Heri Jákupsson, ið er stress-coach og hjálpir fólki at fáa ein minni strongdan gerandisdag. Eisini hevur hann sjálvur uppliva strongd á egnum kroppi.


- Tað eru altíð tey avvarandi, sum streingja á við at fáa tann strongda í viðgerð, júst eins og tað er við alkoholikarum, sigur Niclas Heri Jákupsson og vísir á, at fólk við strongd duga ikki at síggja, at halda tey fram við strongda lívsstílinum, gongur galið fyrr ella seinni.


- Tey blíva júst sum ein speigipylsa, har tunnar skivur verða skornar av hvønn dag. Øll onnur duga at síggja broytingina, men ikki persónurin sjálvur, sigur Niclas Heri Jákupsson.


Sambært eini kanning, sum Gallup gjørdi í fjør, hava heili 30 prosent av føroyingum havt illgruna um strongd seinastu 12 mánaðirnar. Kortini eru tað bert níggju prosent, ið eru farin til lækna at leita sær hjálp.


- Hesi tølini vísa eisini, at vit hava lyndi til ikki at vilja kennast við, at vit eru strongd. Eingin vil jú vísa sínar veikleikar, sigur Niclas Heri Jákupsson.


Í morgunsendingini greiddi hann millum annað frá, í hvørjum vinnum flest fólk eru strongd, og hvat fyritøkur kunnu gera, fyri at sleppa undan strongd á arbeiðsplássinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860