Kirkjan fer út í náttúruna

15.05.2015 - 10:55
Lívsstílur
Kirkjan fer út í náttúruna
- At uppliva kvirruna samstundis sum gingið verður, hevur eina heilt serliga ávirkan á okkum, sigur Sonja Klein, prestur, ið fyrireikar pílagrímstúr

Leygardagin fer kirkjan eina løtu út í náttúruna.


Triðja árið á rað skipar Sonja Klein, prestur, fyri pílagrímstúri úr Hoyvík til Kirkjubøar.


- Tað, at mann flytur kirkjuna út í náttúruna, ger nakað gott. Vit sleppa at vera still, og tað er nakað, sum annars er torført í einum gerandisdegi, har tað alla tíðina er gangur og larmur rundan um okkum, sigur Sonja Klein.


Teinurin úr Hoyvíkar kirkju til Kirkjubøar er lættur at ganga, og tí kunnu flest øll vera við á túrinum.


- Vit steðga á í nøkrum kirkjum á leiðini, og í Reynsmúlalág verður ein gudstænasta, samstundis sum vit eta matpakka, fortelur Sonja Klein.


Pílagrímstúrurin byrjar klokkan 9.00 í Hoyvíkar kirkju

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860