Sóknast eftir føroyskum klæðum

19.05.2015 - 08:45
ListLeiklist
Sóknast eftir føroyskum klæðum
Marita Dalsgaard, leikstjóri, sóknast eftir føroyskum klæðum, ið skulu brúkast til leikin "Veitslan", eftir Thomas Vinterberg og Mogens Rukov

Leikurin er lagaður eftir føroyskum viðurskiftum og umstøðum, og tí skulu leikararnir, sum fara í ta stóru veitsluna í leikinum, í føroysk klæðir.

Men tað er torført at fáa fatur á hesi eymu ognini hjá fólki, sigur Marita Dalsgaard.

Vit hava brúk fyri trimum mannfólka- og trimum kvinnubúnum. Óneyðugt er at læna okkum øll klæðini, men einar hosur ella ein troyggja gera mun. 

Tey, sum hava okkurt liggjandi, eru vælkomin at seta seg í samband við Maritu S. Dalsgaard á Facebook, ella fara á Tjóðpallin við klæðunum.

Hoyr samrøðuna omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444