Solariumlógin eingin endalig loysn

26.05.2015 - 13:05
Lívsstílur
Solariumlógin eingin endalig loysn
- Fleiri hol eru í nýggju solariumlógini. Tí er ivasamt, hvussu væl hon riggar í veruleikanum, sigur Jansy Gaardlykke frá Krabbameinsfelagnum

Fyri skjótt tveimum vikum síðani bleiv nýggja solariumlógin samtykt. Hetta var triðju ferð, at uppskotið bleiv lagt fyri Tingið.


Í Krabbameinsfelagnum ivast tey tó í, hvussu væl nýggja lógin riggar.


- Lógin er eitt stig rætta vegin, men avgjørt eingin endalig loysn, tá hugsað verður um at fáa tey ungu at halda uppat við at brúka solariumsól, sigur Jansy Gaardlykke, sum er dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum.


- Tað eru hol í lógini, og tí rokna vit við, at tað kann blíva torført at halda lógina, sigur Jansy Gaardlykke. Eitt nú eru ómannaðar sólstøðir framvegis loyvdar, men eisini har skal 18 ára aldursmarkið haldast.


- Tíðin vil vísa, hvussu henda lógin riggar í veruleikanum, sigur Jancy Gaardlykke.


Í morgunsendingini fortaldi hon millum annað, hví Krabbameinsfelagið ikki er ovurfegið um nýggju solariumlógina.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860