Rithøvundafelagið skal vera sjónligt

27.05.2015 - 09:52
ListBókmentir
Rithøvundafelagið skal vera sjónligt
Ludvík á Brekku, nývaldi formaðurin í rithøvdundafelagum ætlar at skipa fyri upplestrartiltaki hvønn mánað í ár

Rithøvdundafelagið skal virka fyri áhugamálini hjá rithøvdununum og verja rættindini hjá teimum. Soleiðis ljóða endamálini hjá Rithøvundafelagnum.

Ludvík á Brekku, formaður, ynskir at felagið kemur út til fólk og hetta verður gjørt við at skipa fyri tiltøkum. 

Upplestrartiltøk geva sansunum hjá áhoyrarunum eitt sindur meira samborið við um verkið verður lisið heima í friði. 

Hesi tiltøkini eydnaðust sera væl í fjør, men nú fara tey í gongd aftur, og fyrsta tiltakið verður leygarkvøldið í Sirkus kl 21.00. 

Ludvík á Brekku, Sámal Soll og Simona Midjord fara at lesa upp. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086