Leita eftir tí góða smakkinum í Føroyum

01.06.2015 - 09:34
Lívsstílur
Leita eftir tí góða smakkinum í Føroyum
Jonas Klotz og Jonathan Leer, granskarar, hava verið í Føroyum og leitað eftir tí góða smakkinum

- Vit hava roynt turt kjøt, grind og spik, sigur Jonas, sum heldur at serliga tað turra kjøtið hevði eina góða umami smakk.

Umami er tann fimti smakkurin (søtt, súrt, salt og beiskt) og er sera vælumtókur uttanlands í hesum døgum. Vit kenna umami betur sum ræst.

 

Romantisera ikki siðbundna matin og smakkin

- Vit leita eftir tí góða smakkinum, tí vit halda at danir, í hesum alheimstíðum, hava gloymt tann góða smakkin, sigur Jonathan. Men hann leggur afturat, at hetta er ikki ein romantisering av tí gamla siðbundna smakkinnum, men heldur ein leita eftir, hvat smakkar væl og hvat sermerkir góðan smakk. 

Smag for livet, kallast granskingarverkætlanin, og ætlanin er at leggja okkurt fram av tí, sum teir hava funnið í Føroyum, á ráðstevnuni Nordic Food Festival.

 

Spiki verður ein avbjóðing

- Eg havi eitt hugskot, at gera nakar lítlar góðbitar við turrum kjøtið, sigur Jonas, sum hann vónar danir fara at taka væl ímóti.

Men spiki verður ein avbjóðing, viðgongur hann.

Til ber at fylgja granskingini á Instagram, leita eftir Smag for Livet.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952