- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin

Eftir ætlan skal byggjast stórt - tilsamans 700 metrar av atløgubryggju við 15 metra dýpi og tilsamans 160.000 fermetrar av nýggjum keiøki skulu leggjast afturat verandi Eystaru Bryggju í Havn.
Fyrst samtykti býráðið at broyta almennu byggisamtyktina, soleiðis at økið kann leggjast út til kai. Síðani er ein nýggj, serstøk byggisamtykt fyri økið samtykt í býráðnum, og hon hevur síðstu vikurnar ligið til hoyringar. Freistin at svara var úti mánadagin.
Radarin hyggur nærri at hesi stóru útbyggingarætlan. Vit taka afturíaftur málið; vit hyggja eftir innkomnu hoyringssvarunum; vit hyggja eftir leiklutinum hjá Yvirfriðingarnevndini, sum nú skal innaftur í málið, og eisini er politiskt kjak millum samgongu og andstøðu á Vaglinum í Havn
Luttakarar: Albert Isfeldt, arkitektur og borgari í Havn; Henrik Møller, sorinskrivari og formaður í Yvirfriðingarnevndini, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu; Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu.

Radarin
Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Sendingin var á skrá einaferð um vikuna.




