Góðan morgun Føroyar

Altjóða hárfríðkanarbók gjørd í Klaksvík
16-06-2015
Hárfríðkanarstovan Evoke, var um vikuskiftið karmur um nýggja altjóða hárfríðkanarbók

- Vit gera tilfar til eina bók, ið bæði er ein undirvísingarbók og mótabók, sigur Joan Baldvinsson, hárfríðkanarkvinna.

Og tað er hetta arbeiði, tey hava stríðst við á hárfríðkanarstovuni Evoke um vikuskiftið.

Joan og Jóna Eydnugarð, ið saman eiga hárfríðkanarstovuna Evoke, eru limir í einum altjóða toymi, sum á hvørjum ári hittist í onkrum europeiskum stórbýi, har tey finna uppá nýggj hársnið, sum tey siðani taka myndir av og geva út í bók.

 

Jóna Eydnugarð og Joan Baldvinsson frá hárfríðkanarstovuni Evoke

 

Minnir um eina kókibók

- Bókin kann samanberast við eina kókibók, har ein sær uppskriftina hvussu ein, reint tekniskt, klippir seg til tað ávísa hársniðið, sigur Joan.

Tey eru 27 sum hava verið á skeið í Klaksvík um vikuskiftið, og seinni í ár kemur bókin út.

Hygg at myndum frá skeiðinum, trýst HER

Lurta eftir samrøðuni her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024