Danskt valstrið í Føroyum

bannari
18.06.2015 - 12:54
Danskt valstrið í Føroyum
Danska valstríðið merkist nú í Føroyum. Millum annað hevur danski vinstraflokkurin sent tíðindaskriv til føroyskar miðlar.

At stóru flokkarnir niðri hava sett endaspurtin inn, merkist eisini hjá føroysku redaktiónunum. 

Tað tykist vera heilt greitt, at teir føroysku og grønlendsku sessirnir verða avgerandi fyri valúrslitið, og tað tekur Vinstri nú avleiðingina av. Flokkurin hevur fyri fyrstu fer í hesum valstríðnum sent tíðidnaskriv til føroyskar miðlar. 

Markaforðingar burtur

Í tíðindaskrivinum, sum útvarpið hevur fingið frá Vinstra í morgun, stendur, at forðingar í ríkisfelagsskapinum og millum norðurlond skulu beinast burtur. Tað verður eisini drigið fram, at fólkatingsmaðurin fyri Sambandsflokkin longu hevur tikið hetta málið upp í fólkatinginum. 

Haraftrat boðar Bertel Haarder frá, at hann ætlar at seta seg í samband við allar ráðharrar, sum ikki ganga krøvunum hjá Føroyum og Grønlandi á møti.

Lurtið eftir viðmerkingunum frá Beintu Løwe, journalisti í Kringvarpinum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860