Vallutøkan góð á middegi

bannari
18.06.2015 - 12:54
Vallutøkan góð á middegi
Tað vóru boðini úr valstøðunum í Havnini, á Toftum og í Sørvági klokkan 12 í dag.
Mynd: Brynhild Thomsen  

Klokkan níggju í morgun lótu tey 58 valstøðini í Føroyum upp og opið er til klokkan átta í kvøld.
35.607 fólk hava valrætt til fólkatingsvalið í dag. Tey hava 62 valevni, 44 menn og 18 kvinnur, á átta listum at velja millum. 

Møguliga størri valluttøka í ár

Á fólkatingsvalinum 15.september í 2011 vóru 59,8 prosent av teimum, sum tá høvdu valrætt, á vali. 

14.083 veljarar brúktu ikki valrættin tá, men nógv bendir á at fleiri fara á val hesu fer.

1433 atkvøtt í Havn

Í Havn siga tey frá góðari vallutøku intil víðari. Klokkan 12 hvødu 1433 avgreitt atkvøðu, samanborið við 2011, tá høvdu 1315 fólk atkvøtt klokkan 12.

Í 2011 atkvøddu 60,9 % í Havn. í 2007 var vallutøkan 68,4 prosent og tá høvdu 1459 fólk atkvøtt - tað sær tískil út til, at vallutøkan verður eins høg, sum í 2007.

Sama mynstur í Klaksvik

Í Klaksvík manglaði bert ein atkvøða í klokkan 12, so høvdu líka nógv verið á valið klokkan 12 í ár, sum í 2007. Tá var luttøkan 66 prosent í Klaksvík. 

Sama tal á Toftum

Á Toftum høvdu 67 fólk greitt atkvøðu klokkan 12 í dag. Tað er sama tal, sum sama tíðaskeið í 2011. Í ár hava 871 fólk atkvøðurætt og í 2011 høvdu 848 fólk atkvøðurætt. Tí var valluttøkan eitt sindur minni á middegi í ár, smanborið við valið í 2011. Luttøkan er fallin frá  7,9 prosentum í 2011 til  7,7 prosent í dag.

Góð luttøka higartil í Sørvági 

Í Sørvági høvdu 79 fólk greitt atkvøðu á middegi. Tað eru 20 meira enn sama tíðarskeið í 2011, tá 59 fólk høvdu valt. Sostatt hava 20 fólk fleiri valt áðrenn klokkan 12 enn í 2011. 

Lurta eftir samrøðuni við Tórð Mikkelsen og Ivan Niclasen.

 

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537