Góðan morgun Føroyar

Lokkin er ikki hægsta punkt á Borðoynni
22-06-2015
Umhvørvisstovan hevur dagført og rættað almenna fjallalistan yvir tey 340 fjøllini í Føroyum

- Vit hava nú fingið allar knattstøðurnar av øllum fjallatoppunum í Føroyum, sigur Stein Fossá frá Umhvørvisstovuni.

Tað er Pól Sundsskarð, ið hevur verið á øllum fjøllunum í Føroyum, sum hevur gjørt GPS-uppmátingarnar og latið Umhvørvisstovuni dáturnar.

- Nú kunnu tey, ið ganga í haganum, um tey hava GPSara, síggja, hvussu langt tað er at ganga niðan á ein fjallatind frá einum ávísum staði, sigur Stein.

 

Yvirlit yvir tíggju tey hægstu fjøllini í Føroyum: 

 
Nakrar rættingar eru gjørdar

Tá ið man fór at gjøgnumganga fjøllini og tølini, vóru nakrir feilir funnir, og hesir er nú rættaðir. Sum dømi eru nøvnini Tungufelli og Jatnagarðar í Vágum umbýtt.

- Í Sandavági siga tey Tungufjall og Jatnagarður, meðan í Miðvági er tað øvugt. Vit hava valt at fylgja gamla listanum, har man heldur seg til tað, ið tey siga í Sandavági, sigur Stein Fossá.

Hetta er gjørt, tí so fylgja nøvnini kortinum og fjallalistanum hjá Umhvørvisstovuni.

Eisini er Trøðum í Sandoy broytt til Skorarnar, og skorarnar í Sandoy er broytt til Vestan fyri Mutlavarða.

- Tað er ikki altíð, at hægsta fjallið er tað hægsa punktið. Sum dømi kunnu vit nevna Lokkan á Borðoynni, har sjálvur tindurin ikki er hægsta punktið, men ein fløta norðan fyri Lokkan, rópt Norðanfyri Lokkaskarð, sigur Stein Fossá.

 

 

Kort frá Google Earth, ið vísir hvar hægsta punktið á Borðoynni, Norðanfyri Lokkaskarð, er:

 

Ein annar feilur, ið eisini er rættaður, er, at rætta hæddin á Høganesi í Eysturoy er 115m og ikki 165m, sum tað stendur á landafrøðiliga kortinum.

- Hatta er ein beinleiðis feilur á toppografiska kortinum, sigur Stein Fossá og vísir á, at slíkir feilir kunnu vera óhepnir, tí sum dømi kann nevnast, at tað hevur verið tosað um at leggja ein flogvøll á Skorhædd, og tá kann tað verða óheppið, at kortini vísa skeivar hæddir.
 
Tíggju tey lægstu fjøllini í Føroyum:

 

Harumframt skal Umhvørvisstovan viðmerkja, at navnið á fjallinum Mølin (511m) á Viðoynni ikki stendur á landafrøðiliga kortinum. Tað sama er galdandi fyri fjallið Laðanfelli (487m) í Suðuroy. 

Stein Fossá ger eisini vart við, at galdandi lóggáva ikki gevur øllum frítt at fara í haganum uttan fyri gomlu varðagøturnar. Mælt verður gongufólki til at seta seg í samband við avvarðandi bónda ella røktingarmann, tá farið verður í hagan.

 
Lurta eftir samrøðuni við Stein Fossá her.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024