Nú er óvist við átaluni til løgmann

bannari
29.07.2015 - 18:52
InnlendisPolitikkur
Nú er óvist við átaluni til løgmann
Tingarbeiðið verður ikki niðurlagt, nú løgtingsvalið er útskrivað, tí fiskidagarnir skulu samtykkjast. Nú er ikki vist, hvussu verður við átaluni

Løgtingið verður kallað saman aftur undir valstríðnum, tí lógin um vinnuligan fiskiskap ásetir, at fiskidagarnir skulu samtykkjast fyri 18. august. Løgmansrøðan skal eisini viðgerast í Løgtinginum.

Tað er kortini ikki vist, nær tingfundur verður aftur.

Lógin av vinnuligan fiskiskap var av somu orsøk heldur ikki løgd fyri tingið í dag. Tað vóru uppskotini um átaluna til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, um handfaringina av málinum um Skálafjarðartunnilin.

Formansskapurin í Løgtinginum og floksformenninir fara á fund í morgin klokkan tvey, har teir fara at viðgera, um uppskotini um átaluna skulu fyri løgtingið ella ikki.

Løgtingið verður nú eitt sorópt 'foretningsministerium', sum fer at taka avgerðir um tey málini, sum eru neyðugt fyri, at samfelagið kann virka, vísir Beinta Løwe á.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985