Grindalógin kann verða ógildug

02.08.2015 - 18:02
InnlendisPolitikkur
Grindalógin kann verða ógildug
Løgtingið hevur ikki heimild at samtykkja so stór inntriv í persónliga frælsi hjá fólki, sum grindalógin fevnir um, heldur Henrik Weihe Joensen

Nýggja grindalógin kann væl vera ógildug, tí løgtingið hevur ikki heimild at samtykkja so stór inntriv í persónliga frælsi hjá fólki, sum grindalógin fevnir um.

Tað sigur Henrik Weihe Joensen, løgfrøðingur, sum er serkønur í trygd, verju og tilbúgvingarmálum. Hann hevur greinað nýggju grindalógina.

Stríð um fráboðanarskylduna

Fráboðanarskylda í nýggju grindalógini hevur eisini fingið nógva umtalu seinastu dagarnar. Meðan summi halda, at lógin er fínasta slag, eru onnur, sum á facebook alment boða frá, at tey ikki ætla sær at boða myndugleikunum frá, um tey síggja eina grind, og harvið bróta lógina:

- Eg ætli mær so ikki at fráboða møguliga grind! Lat tey, sum tíma at fást við slíkt, sum hetta, so bróti eg grindalógina við góðari samvitsku so leingi, inntil handan lógin er broytt innum rímiligt mark afturm, stendur at lesa á Facebook.

Henrik Weihe Joensen, løgfrøðingur, heldur, at eitt møguligt rættarmál við støði í grindalógini hevði verið áhugavert, tí tað kann avdúka, at lógin er ógildug.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Veðrið
205102
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044